Í gongini uttan fyri hvørja stovu er ein boðtalva, sum vit heita á foreldur um at hyggja eftir hvønn dag. Á boðtalvuna skriva vit týdningarmikil boð og um tað er nýtt lagt inn á heimasíðuna.

 

Foreldrafundur verður 12. apríl kl.19.00 í Skúlanum við Løgmannabreyt !

Felags foreldrafundur verður í skúlanum við Løgmannabreyt !

(inngond frá Karamagnusarbreyt)

 

Kristian Eli Andersen, sálafrøðingur heldur fyrilestur um:

 

"Hvussu kunnu vit skilja fyribrigdið, sjálvsálit, soleiðis at vit best fáa styrkt sálarheilsuna hjá børnum okkara?"

 

Møguleiki verður at seta spurningar til uppleggi.

 

Aftaná verður kaffi og prát J

 

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum

 

Vinarliga

Starvsfólkið

 

 

 

Ráðleggingardagurin fluttur frá 4.mai til 30 apríl.

Ráðleggingardagurin fluttur !

 

Ráðleggingardagurin sum var planlagdur at vera fríggjadagin 4.mai er fluttur til í staðin at vera

 

Mánadagin 30.apríl er stovnurin stongdur !

 

Vit vera her í húsinum og arbeiða við evninum “RELATIÒNSARBEIÐI

 

Vinarliga

Starvsfólkið

 

 

 

Ein vár heilsan frá okkum her í Býlingshúsinum undir Brúnni

Nú grækarismessa og páskini standa fyri durum, dagarnir eru blivnir ljósari og vit eru komin í rættuligt “várhýri” undir Brúnni.

Tjøldrini, í nógvum ymiskum útgávum, eru komin upp at hanga runt í húsinum, og boðar frá eini deiligari tíð fyri framman.   

Vit tosa og syngja um tjøldrini og um ymiskar aðrar fuglar, sum halda til her hjá okkum í summarhálvuni, og tað komandi tíðina, fara vit at arbeiða enn meira við “skapandi evni” og gera ymiskt kreativt saman við børninum.

Ì komandi viku, viku 11, hava vit páskaverkstøð runt í húsinum.

Vit fara m.a. at klippa, klistra, sáa karse og mála runt í húsinum. Allar stovur hava eitthvørt kreativt við til verkstøðini.

Børnini skiftast um at vera við og øll sleppa at royna seg á ymiskum verkstøðum í húsinum.

 

Fríggjadagin 16.mars bjóðar stovnurin páskadøgura, vit eta nakkasteik við øllum góðum afturvið.

 

Gleðiligar páskir ynskja vit tykkum øllum :-)   

 

Vinarliga

Starvsfólkið

 

 

 

Føstulávint

Hesa seinast tíðina hava vit klippa og klistra, tosa um okkara mentan í mun til føstulávint. Stovurnar eru pyntaðar við ymiskum føstulávintpynti og børnini eru óførð at kvøða og sláa ring

 

Mánadagin 12.februar 2018 kl.9.30 halda vit føstulávint í

"Býlingshúsinum undir Brúnni"

 

Henda dagin koma børnini útklødd og sminkaði á stovnin og uml. 9.30 byrja vit at sláa tunnu. Tá "kongurin ella drotningin" eru heiðraði, hugna vit okkum við tí góða sum er í tunnunum.

 

Uml.kl.11.00 bjóða vit pylsur, eplamorl og breyð til børnini og til millummála fáa børnini føstulávintsbollar og kakao.

 

 

Føstulávint

Hesa seinast tíðina hava vit klippa og klistra, tosa um okkara mentan í mun til føstulávint. Stovurnar eru pyntaðar við ymiskum føstulávintpynti og børnini eru óførð at kvøða og sláa ring

 

Mánadagin 12.februar 2018 kl.9.30 halda vit føstulávint í

"Býlingshúsinum undir Brúnni"

 

Henda dagin koma børnini útklødd og sminkaði á stovnin og uml. 9.30 byrja vit at sláa tunnu. Tá "kongurin ella drotningin" eru heiðraði, hugna vit okkum við tí góða sum er í tunnunum.

 

Uml.kl.11.00 bjóða vit pylsur, eplamorl og breyð til børnini og til millummála fáa børnini føstulávintsbollar og kakao.

 

 

Vælkomin til nýggju heimasíðuna hjá okkum :-)

Vit hava í langa tíð tosa um at fáa ein nýggja heimasíðu og eru nú loksin komin her til.

Tað komandi tíðuna fara vit at redigera í tekstinum so hann hongur saman við tí sum rørir seg í húsinum nú.

Nakrar av myndinum koma at vera almennar og liggja undir "Myndasavn". Tit fáa eisini eitt "log in" so tit síggja allar myndirnar á stovunum. 

 

 

 

Myndatøka 19.okt. 2017

19.okt. kemur Sunrid í Gongd at taka myndir av børninum og vit byrja sum vant uml. kl 9.00 við myndum av vøggustovubørninum.

Møguleiki verður at velja í millum litmyndir og svart/hvítar, eisini er tekur hon syskinamyndir hjá
teimum sum ynska tað.

Tit fáa nærri kunning tá tað nærkast.

Vinarliga

Starvfólkið

Foreldrafundur 15.nov.2017 kl.19.00

Góðu foreldur 

15.nov. kl.19.00 vilja vit bjóða tykkum til foreldrafund í alrúminum í Býlingshúsinum undir Brúnni.

Til fundin kemur Jógvan Fríriksson, bispur, at halda fyrilestur og evni verður "Samskiftið".

Foreldraráði sigur frá sínum arbeiði og vit velja nýtt umboð til Foreldraráðið.

Aftaná verður ein drekkamunnur úti á stovunum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum 

Vinarliga

Starvsfólkið