Foreldrasamstarv

Samskiftið og samstarvið millum foreldur og starvsfólk hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum. Vit ynska fegin eitt gott samstarv við tykkum, har vit kunnu tosa opið um møguligar avbjóðingar hjá barninum. Einaferð um árið verður boðið til foreldravitalu, har vit í friði og náðum tosa um hvussu veit við hjá barninum. Eisini hava vit árliga ein felags foreldrafund fyri øll foreldur at børnum á stovninum. Annars fyrigongur samskiftið við foreldrini fyri tað mesta tá ið børnini verða heintað. 

Viðtøkur fyri foreldraráð

Sambart Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt. § 3, verður foreldraráð valt. 

Endamál

§ 1. Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðaran á stovninum og skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnin og kommunu. Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin. 

Heiti

§ 2. Foreldraráðið fyri Býlingshúsið undir Brúnni 

Foreldraráðslimir

§ 3. Í ráðið kunnu veljast øll sum hava børn í stovninum. 

Atkvøðurætt 

§ 4. Foreldur ella avvarandi hava eina atkvøðu hvør. 

Ráðið

§ 5. Foreldraráðið er samansett av trimum ella fimm limum, sum foreldrafundurin ger av. Ávíkavist verða tveir og tríggir limir valdir í líkatals ári og ávíkavist verða ein og tveir limir valdir í ólíkatals árið. 

Ráðið verður valt við vanligum atkvøðumeiriluta millum møttu foreldrini ella avvarandi. Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varalimur eftir somu skipan sum ráðsval. 

Fer barn hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimurin sætið í ráðnum. 

Foreldraráðið kemur saman minst eina ferð um ársfjórðingin og áliggur tað formanninum at kalla saman. Berst honum frá kallar næstformaðurin ráðið saman. 

Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara. 

Ráðsfundur er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helmingurin av ráðslimunum eru møttir. 

Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Miðast skal tó ímóti, at ráðsavgerðir eru einmæltar. 

Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað av ráðslimunum eftir fundin ella á fyrst komandi ráðsfund. 

Foreldrafundur 

§ 6. Foreldrafundur verður hildin á heysti eina ferð um árið við hesi dagsskrá: 

  • Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farna árið Frásøgn frá foreldraráðnum 
  • Val av limum og varalimum til foreldraráðið 
  • Viðger av innkomnum málum 
  • Ymiskt 

Uppskot sum skulu viðgerast á foreldrafundi, skulu skrivliga verða ráðsformanninum í hendi seinast 7 dagar fyri fundin. Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboða. 

Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. 

Foreldrafundur verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað. 

Ábyrgd limanna 

§ 8. Hvør limur í ráðnum hevur Tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti, sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limur er farin úr ráðnum. Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnarskyldu. 

Aðrar ásetingar

§ 9. Innlit í fundarfrásagnir v. m. frá ráðs- og ella foreldrafundum verða ásetingarnar í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina gjørdar galdandi.