Brobberstova

Tlf. 21 91 85

Vit eru ein vøggustova við 14 børnum í aldrinum 0-3 ár og 4 starvsfólkum.

Tað sum er grundarsteinurin í vøggustovuni er nærvera, tryggleiki og foreldrasamstarv. 

Vit leggja stóran dent á innkoyringar, hettar so at børn og foreldur koma væl inn í húsið og føla seg væl inni á stovuni. Eisini hava vit eitt tætt samstarv við foreldrini hvønn dag, vit spyrja foreldrini um ráð, og siga teimum frá um dagligdagin hjá barninum her.

Okkara arbeiði er mest møguligt á gólvinum, í barnahædd, vit spæla, lesa søgur og eri til taks hjá barninum, tá tey hava tørv á tí.

Vit leggja eisini stóran dent á málmenning, vit syngja nógv, lesa nógv søgu og hava málspøl.

Eisini eru vit nógv úti í okkara stóra góða garði og spæla. Her eru sera góðir karmar til at mennast og stimbrast á allan hátt. 

Hvønn týsdag eru vit í Fimi við teimum størru børnunum. 

Starvsfólk :  

  • Hildibjørg Nielsen, námsfrøðingur
  • Rannvá Álaberg, hjálparfólk
  • Anny Tórstún, námsfrøðingur
  • Barbara Dahl Mc Birnie, hjálparfólk

Smærustova

Tlf. 21 91 86

Í Smærustovu ganga 18 fitt og lívlig børn í aldrinum 3-6 ár og arbeiða her 4 fittligar og avgjørdar konur:)

Í gerandisdegnum brúka vit nógva tíð úti í garðinum, súkkla, sparka, reiggja, klatra, gera sandkakur og hugna okkum í ánni. 

Inni hava vit nógvar spælikrógar, har vit kunnu spæla bil, lego, rolluspøl og dukkur. Eisini spæla vit borðspøl, putsla og tekna. 

Í rørslurúminum kunnu vit rokast, gera banar og spæla rørsluspøl, meðan vit á verkstaðnum kunnu avprøva okkara kreativu evnir. 

Eisini dámar okkum væl at syngja og hugna okkum við góðum søgum og sangi.

Alt hetta krevur nógva orku, og tí hvíla vit okkum og slappa av við søgum á miðdegi.

Starvsfólk:

  • Eydna Ísheim, námsfrøðingur
  • Emi Joensen, námsfrøðingur
  • Anna Vang, hjálparfólk 

Sóljustova

Tlf. 21 91 87

Í Sóljustovu ganga 20 í aldrinum 3-7 ár og her arbeiða 3 starvsfólk.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði á stovuni byggir á trivna, nærveru og samstarv. Í tí dagliga arbeiðinum verður dentur lagdur á at øll børn eru við í spælinum, tí tað er ígjørgnum spæli hjá børninum, vit síggja at børnini menna samskifti, vinarløg, kenslan at hoyra til, kropsvitan, hugflog og mangt annað.

Vit leggja stóran dent á at hava eitt gott og tætt samskiftið við foreldini, tí hettar síggja vit sum bestu karmar fyri at barnið kann mennast bæði persónliga og sosialt.

Starvsfólk :

  • Súsanna Jacobsen, námsfrøðingur
  • Anita Hansen, námsfrøðilesandi
  • Kristín Sveina Bjarnaottir, hjálparfólk við ábyrgd
  • Durita Jesarsdóttir, hjálparfólk

Børkustova

Tlf. 21 91 94

Børkustova er ein vøggusstovustova við børnum frá 0-3 ár. 

Børkustova opnaði 1.apríl 2017, 4 børn byrjaðu 1.apríl, 4 børn byrjaðu 15 apríl og tey sístu 4 børnini byrjaðu 1.mai. 

Tá í øll børnini eru væl innkoyrd og vit hava fingið ein vanligan dagligdag á stovuni, fara vit at seta okkum námsfrøðilig mál fyri stovuna.  

 

Starvsfólk:

  • Lív Poulsen, námsfrøðingur og álitsfólk
  • Rutt Jógvansdóttir, hjálparfólk
  • Eyðrið Iansdóttir Biskopstø, hjálparfólk
  • Ragna Hentze, námsfrøðingur
  • Kirstin Danielsen, námsfrøðingur í barsil
 

Skúlabólkur

Endamálið við at hava skúlabólk er, at vit vilja menna børnini áðrenn tey byrja í fyrsta flokki.

Hetta merkir at vit fara at styrkja tey í :

  • Sosialum førleika
  • Spælið/ Hugflogið
  • Kroppin
  • Vitan um náttúruna
  • Mentan heima og úti  

Vit fara m.a. at læra um hvønn annan, at vit eru ymisk og serstøk, og tí skulu vit hava virðing fyri hvørjum øðrum ;) Vit vilja gera børnini varug við at hjálpa hvørjum øðrum í svárum støðum.

Sjálvsálit og sjálvsvirðing eru grundarlag fyri at virka sum eitt heilt menniskja. Vit geva børnunum avbjóðingar, sum eru við til at styrkja teirra sjálvsálit og sjálvsvirði. Børnini fáa kropsligar og persónligar uppgávur at arbeiða við og bera hetta fram á ymiskan hátt.

Børnini sum eru millum 6 og 7 ár eru sera opin fyri læring og ynskja at læra eina rúgvu :) Tí vilja vit arbeiða við at geva innlit í ymsikt, sum tey hava áhuga í. Tað kann vera spøl, bókstavir, tøl, rím & ramsir og mangt annað.

Vit fara at arbeiða við mentan, mentan í útheiminum og ymsikleikan millum menniskjur og lond. Læra um náttúruna í Føroyum og ymsikir gamlir siðir o.s.fr.

 

Faldarin til skúlabólkin

Faldarin fyri tey 6 ára gomlu :-)

 

Firvaldarnir møtast tvær ferðir um vikuna 

frá kl. 9.30 – 12.00

 

Blyant tegn | Stock vektor | Colourbox

Faldarin

hjá firvaldunum

í

Býlingshúsinum

undir Brúnni

 

6- ára tilboðið til børnini í Býlingshúsinum undir Brúnni

 

Tað síðsta árið í barnagarðinum leggja vit dent á:

Persónligar førleikar

Fyri okkum merkir hettar:

At styrkja sjálvkensluna og sjálvsáliti hjá barninum fyri at geva teimum ein jaliga hugsan um seg sjálvan.

At síggja styrkina hjá tí einstaka barninum og vísa á, at øll duga okkurt væl.

Menna tolsemi við at øll sleppa til orðanna, kunnu spyrja, greiða frá og læra at lurta eftir hvør øðrum.

Sjálvbjargni

Fyri okkum merkir hettar:

At børnini sjálvi læra at hava ábyrgd av síni garderobu og síni egnu tasku við skúlatingunum.  

At læra børnini at kann veðrið tá tey skulu út, so tey vita hvørju klæðir er hóskandi.

At læra børnini at vera ansin tá tey ferðast í ferðsluni.

At børnini duga egi reinføri t.d. turka sær sjálvi tá tey hava verið á wc.

Spæli er ein týðandi partur av menningini hjá barninum

Sosialar førleikar

At børnini eru før fyri at skapa sambond við onnur menniskju, duga at verða í relatión við onnur,  vísa empati og virðing fyri øðrum og soleiðis kenna sosialu spælireglurnar, ið er fortreytin fyri at børn fáa møguleika at skapa vinabond

Fyri okkum merkir hettar:

At barnið mennir síni empatisku evnir og styrkir sín sosiala førleika og megnar at skapar góð og jalig vinarbond.

At barnið kann vísa egnar kenslur og egnan tørv, og at síggja tørvin hjá øðrum enn sær sjálvum. , og at hava álit á øðrum børnum

At kunna loysa tvístøður, og seta seg inn í støðuna hjá børnunum.

At styrkja síni bindindi, lurta og stýra/útseta egnan tørv.

At børnini læra, at øll kunnu geva okkurt í spælinum, og at spæli á tann hátt, kann gerast meira fjølbroytt.

At síggja styrkirnar hjá hvør øðrum , soleiðis at tey kunnu brúka tað í felagsskapinum.

At børnini kunnu rúma onkuntíð at vera avvíst og góðtaka, at tað onkuntíð fær mótstøðu, ella ikki sleppur upp í spæl.

At kenna síni egnu mørk og duga at seta mørk og virða mørkini hjá hinum børnunum

 

Skapandi evni

Fyri okkum merkir hettar:

At umhvørvið hjá barninum er mennandi fyri hugflogið hjá barninum.

At børnini kunnu menna síni kreativu evnir í einum kveikjandi umhvørvið á stovninum, bæði inni og úti.

At barnið gleðist yvir at skapa frítt og sjálvstøðugt, og læra barnið at virða og geva rúm fyri tí skapandi.

At barnið fær møguleika at úttrykkja egnar upplivingar

 

Náttúra og umhvørvið

Fyri okkum merkir hettar:

At vera nógv úti í náttúruni og tilvitað brúka náttúruna sum eitt námsfrøðiligt amboð.

Tilgongdin til náttúruna skal vera stuttlig, góð og spennandi at vera í. Vit stuðla børnunum í at vera forvitin, undrast og kannandi.

Fáa kunnleika og virða náttúruna og umhvørvið vit ferðast í.  

At vísa á djóralív og vøkstur í náttúruni og gera børnini tilvitað um endurnýtslu og at halda umhvørvið reint.

At arbeiða við landalæru og læra ymisk um onnur lond.

Mentan og siðir

Fyri okkum merkir hettar:

At børnini læra um okkara mentan og samleika, við at vísa á  føroyskar siðir og høgtíðir, og geva børnunum eina fatna av tí føroyska samfelagnum.

At læra um okkara matmentan, tosa um, og royna ymiskan føroyskan mat, eru vit til at gera mat, t.d. millummála og onkran føroyskan døgurða.

Vit læra um søgurnar handan sagnir, sangir, kvæðir og orðatøk, umframt tosa um viðkomandi nútíðar evnir.

Vit vitja søvn, standmyndir og søgulig støð runt í býnum.

At børnini læra virða okkara egnu og aðra mentan. T.d. vísa á hvussu nógva ymiska mentan vit hava her í húsinum.

 

Mál og samskifti

Fyri okkum merkir hettar:

At børnini hava góðan málsligan førleika, sum er ein fyritreyt fyri at kunna samskifta við onnur, og gerast tilvitað um tónalag, kropsmál og andlitsbrøgd

At børnini læra at brúka málið fyri at kunna seta orð á kenslur, tankar og gerðir.

Kveikja áhugan fyri skriftmálinum, tølum og teknum, umframt víðka um orðatilfeingi við at lesa bøkur, læra rým, ramsur og skjaldur.

At børnini skilja felags boð, og duga at siga til og frá .

At børnini duga og hava áræði, til at stíga fram. 

 

Kroppur, heilsa og rørsla

Fyri okkum merkir hettar:

At børnini hava eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi at mennast í.

At vera rørsluliga væl fyri, sum er grundleggjandi fyri, um barnið trívist og mennist á øðrum økjum.

At barnið kennir og brúkar kroppin, soleiðis at barninum orkar og dámar at røra seg.

At barnið hevur ein stuttligan gerandisdag á stovninum.

At børnini fáa aldurssvarandi rørsluligar avbjóðingar s.s sparka bólt, súkkla, klatra, dansa, lakka og læra “gomul” føroysk útispøl.

At barnið gert sjálvbjargið, tilvitað um sínar styrkir og áræði til at menna nýggjar likamligar avbjóðingar.

At børnini halda vanligan borðsið og stuðla uppundir at børnini gerast meira sjálvbjargin, og sjálvi læra at fáa sær at eta og drekka.

At børnini fáa ein vita um sunnan mat og hvat er gott fyri kroppin. 

Børnini skulu uppliva og merkja, at tey størstu í barnagarðinum og læra um tað ábyrgd, ið fylgir tí

 

Endadagurin

Fyri okkum merkir hettar:

Um miðjan juni fara vit eina dagsferð út á bygd. Vit spæla og hugna okkum saman í tí róligum bygda umhvørvið, eta góðan mat  og tað bygdin hevur at bjóða.  Og børnini fáa arbeiðsmappuna við heim

 

Felags tiltøk í kommununi

1-1-2 dagur í juni