Vælkomin í Býlingshúsið Undir Brúnni

Býlingshúsið undir Brúnni liggur í Smærugøtu 9b í Tórshavn. Stovnurin hevur útsýni yvir ein stóran part av Havnini og yvir Nólsoyarfjørð. Vit liggja í einum friðarligum øki og hava stutta leið út í náttúruna, har bæði Svartifossur og Hoyvíkshagin eru lætt atkomiligir til gongu. 

Stovurin hevur fýra stovur, tvær vøggustovur uppiá og tvær barnagarsstovur niðriundir. Allar stovurnar hava atgongd til felagskøkin/alrúmið uppá, sum ger tað møguligt at skapa eitt tætt samanhald millum stovurnar.

Uttanfyri hava vit ein stóran garð við vallalendi, eina á, bálpláss og trí spælihús og ein skóg.  Fjølbroytti garður gevur børninum nógvar og góðar avbjóðingar og trívast vit øll sera væl uttanfyri. 

Vit brúka garðin nógv og eru úti nærmast hvønn dag í árinum.

 

Málsetningur/Profilur

Málið hjá okkum er at skapa ein gerandisdag har vit øll - børn, foreldur og starvsfólk - trívast og mennast. Vit vilja skapa eitt gott umhvørvi, og leggja dent á tryggleika og umsorgan fyri ymiskleikanum hjá einstaka barninum.
Vit leggja okkum eftir at skapa eitt stað, har børnini brúka sítt hugflog, undrast og mennast í samspælinum við onnur, hvønn dag.

Spæl er ein nátturligur partur av gerandisdegnum hjá børnum, og mennast tey nógv í spælinum. Vit skapa tí, hvønn dag, góðar karmar fyri góðum og mennandi spæli fyri øll børnini - bæði inni og úti.

Vit leggja stóran dent á at børnini eru úti hvønn dag.

Samstarv við foreldur
Vit leggja dent á, at hava eitt gott og opið samstarv og samskifti millum starvsfólk og foreldur.
Um tað er eitt hvørt sum ger at foreldrini ikki trívast við her á stovninum, kann tað vera trupult hjá barninum at trívast. Barnið verður trygt, tá foreldur útstrála, at her er gott at vera - og tað er tað, vit ynskja. Tað er tí av alstórum týdningi, at vit hava eitt opið og erligt samskiftið, og at vit tosa opið og erligt saman fyri at loysa møguligum trupulleikum.

Fyri okkum merkir trivnaður, at vit saman skapa eitt stað, har vit trívast: 
- at børn og vaksin kenna seg væl í húsinum.
- at vit viðurkenna og virða ymiskleikan.
- at vit stuðla og menna børnum og vaksnum - geva okkum stundir at síggja hvønn annan og vera saman.
- at vit hava ein deiligan og stutligan dag saman.

Relatiónsarbeiði 

Relatiónsarbeiði er grundarlag fyri okkara arbeiði við børnunum, tað er avgerandi fyri, at børnini kunnu trívast og mennast.

Trivnaðurin á stovninum skal altíð vera í hásæti, og tí er tað umráðandi, at børn, starvsfólk og foreldur eru í einum góðum og jaligum umhvørvi, har tey kenna seg væl.  

Børn og foreldur skulu kenna seg væl, tá tey koma á stovnin. Tey vera viðurkend fyri tað, tey eru og teirra samleika. Vit eru rúmlig og vit síggja ymisleikar sum eina styrki í okkara arbeiði.

Vit eru týðilig í okkara arbeiði, seta orð á alt vit gera og vit brúka myndir/piktogrammir, tá vit samskifta og skipa dagin.

Tá barnið byrjar her hjá okkum

Tað kann vera ein stór broyting hjá bæði børnum og foreldrum, tá barnið byrjar á stovni. Tað er tí umráðandi, at barnið fær eina góða og bleyta byrjan á stovninum. Fyri barnið er alt nýtt og ókunnugt.

Fyrst av øllum er av týdningi, at tit sum foreldur hava álit á okkum. Tá ið barnið merkir, at tit hava álit á okkum, so ber betur til hjá barninum at "sleppa" tykkum.

Vit vita av royndum, at tað er lættari fyri barnið at trívast, um tað fær eina bleyta byrjan. Barnið skal tí stigvíst byrja at vitja okkum nakrar ferðir, áðrenn tað byrjar á stovninum. Barnið skal hava stuttar dagar teir fyrstu dagarnar. Tað er av stórum týdningi, at starvsfólk og foreldur tosa saman um, hvussu tað gongur hjá barninum.

Vit vita, at tað er ikki lætt at fara frá einum grátandi barni. Tit eru altíð vælkomin at ringja og hoyra hvussu barnið hevur tað. Starvsfólkið er altíð tilreiðar at tosa við tykkum um barnið

Vit bjóða tykkum til eina samtalu tá tit byrja, og vit vilja fegin, at tit altíð kunnu koma til eitt prát her um tykkara barn.