Stovnurin er opin allar yrkadagar frá kl. 7.30 til kl. 17.00

Vit byrja teir dagligu aktivitetirnar kl. 9.30, so tí ynskja vit at børnini møta tá, ella at foreldur ringja til starvsfólkini á stovuni áðrenn kl. 9.30 og avtala at tit møta seinni. Hetta er fyri, at starvsfólkini kunnu leggja dagin til rættis, t.d. um tey arbeiða í bólkum, fara túr út av húsinum osfr.

Hevur barnið frí ella er sjúkt mugu tit gjarna boða okkum frá við einum sms-boðum.

Klæðir

Vit leggja stóran dent á, at børnini eru nógv úti. Tað er tí umráðandi, at børnini hava hóskandi klæðir við til tað føroyska veðurlagið.

Klæðini skulu vera merkt við navninum á barninum. Tað hevur týdning, at tit saman við okkum vísa barninum, hvar teirra klæðir skulu vera.

Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina av at halda skil á klæðunum og gardrobini hjá barninum. Vit heita á tykkum um, at javnan hyggja at hesum og halda gardrobuna ruddiliga.

Kostur

Barnið skal hava sunnan og góðan matpakka við hvønn dag. Stovnurin letur mjólk og millummála. Tá talan er um kost, tey fáa frá okkum, miða vit eftir, at hann skal vera so sunnur sum tilber.

Vit leggja okkum sum stovnur eftir kostráðunum um at eta sunnan og góðan kost, og vit gera millumála sum hevur minst møguligt av sukrið.  

Til millummála er ofta bakstur úr grovum mjøli, grønmeti, frukt og ymiskar súpanir. Vit geva børnunum lættimjólk til matpakka og bjóða vatn ígjøgnum allan dagin.

Vit leggja stóran dent á, at tað er hugnaligt at eta saman - tey vaksnu sita saman við børnini og eta og er altíð tann vaksni sum hevur ábyrgd av hugnanum og at borðsiðurin verður hildin.

Føðingardagar

Tað er ymiskt hvussu ein føðingardagur verður hildin. Tá barnið hevur føðingardag, eru tit vælkomin at hava eitthvørt við til tey á stovuni.

Av tí at tað eru nógvir merkisdagar ígjøgnum árið, ynskja vit at børnini bjóða eitt hvørt sum ikki er ov søtt.

Summi velja at bjóða okkurt til døgurða ella millummála, og summi bjóða børnunum heim - tosið við starvsfólkini á tykkara stovu um hetta, og hvat tað skal vera, so royna vit at ganga tykkara ynski á møti.

Føstulávint

Á føstulávint sláa vit tunnu, og øll sum hava hug eru grýluklødd. Stovnurin bjóðar døgurða henda dagin, so ikki nýtist at hava matpakka við.

Jólahald

Vit byrja fyrrapartin við at børn og starvsfólk dansa jólatræ. Síðani fáa vit jóladøgurða, og aftaná plagar jólamaðurin at koma á vitjan við onkrun í posanum.

Aftaná síggja vit ein jólafilm, meðan vit bíða til foreldrini koma. Kl. 15 eru foreldrini bjóðaði til jólahaldið, har ið skúlabólkurin framførir ein jólaleik, og síðani ganga øll børnini á stovninum Lusia og syngja nakrar jólasangir. Vit enda við einum drekkamunni og onkrum góðum afturvið :) 

Garðdagur

Hvørt ár hevur stovnurin felags arbeiðis-/hugnadag, har foreldur og børn luttaka við at fríðka og hampa um garðin.

Tá tiltøk eru, t.d. garðdagur, jólaveitsla, foreldrakaffi o.a. eru tað foreldrini, sum eru á stovninum, ið hava ábyrgdina av sínum egna barni. Vanliga hava starvsfólk nógvar praktiskar uppgávur, tá tiltøk eru.

Foreldrafundir

Vit hava foreldrafundir eina til tvær ferðir um árið.
​Einaferð um árið hava vit foreldrasamrøður, har vit tosa um trivnaðin og menningina hjá tí einstaka barninum.

Foreldrakaffi

Vit hava foreldrakaffi inni á stovunum nakrar ferðir um árið, har foreldur kunnu hugna sær eina løtu saman við børnunum, og fáa eitt prát við onnur foreldur og starvsfólk. Harumframt bjóða vit eisini drekkamunn til onnur tiltøk, so sum garðdag, bakidagin, jólahald o.a.

Foreldraráðið

Brobberstova
Durita Norðbø Andersen - mamma Evu
Tora Augustiniussen - mamma Robert

Børkustova
Annika Weihe - mamma Naomi
Rannvá U. Vestureið - mamma Emmu

Smærustova
Eydna Iversen - mamma Ronju
Guðrun Rasmussen - mamma Lív

Sjúka

Tá eitt barn er sjúkt, hevur fepur ella er illa fyri, kann tað ikki koma í barnagarð. Barnið skal kunna taka lut í vanliga gerandisdegnum á stovuni, eitt nú kunna fara út í garðin at spæla. Um vit meta, at eitt barn er illa fyri, t.d. hevur fepur ella annað, ringja vit eftir foreldrunum. Vit geva vanliga ikki børnunum heilivág, tó kann annað avtalast, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Hevur barnið onkra smittandi sjúku, eigur starvsfólkið at fáa boð um hetta so skjótt sum gjørligt. Somuleiðis um barnið hevur annað smittandi, so sum barnasár, lús, eygnabruna, orm, munnbruna ella annað.

Námsfrøðislesandi

Av og á hava vit námsfrøðislesandi frá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í starvsvenjing á stovninum.

Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu starvsfólkunum, har tey skulu læra, hvussu vit útinna tað fakliga arbeiðið á stovninum. Hetta meta vit vera umráðandi at geva víðari til okkara komandi starvsfelagar, sum koma út at arbeiða við børnunum, tá ið tey verða útbúgvin. Vit hava dugnaligar námsfrøðingar, ið kunnu vera vegleiðarar hjá teimum lesandi.

Frídagar

- Páskafrí: Skírisdagur - 2. páskadag
- Dýrabiðidag: Stongt
- Flaggdagur: Stongt
- Kristi himmalsferðardag: Stongt
- Grundlógardagin: Opið til kl. 11:45
- Jólafrí: Jólaaftan - Nýggjársdag
- 2 ráðleggingardagar um árið

Stovnurin hevur stongt í viku 29, 30 og 31. Tá hevur ein stovnur í kommununi opið fyri teimum, ið ikki hava møguleika at hava børnini í feriu tá.

Ovurviðkvæmi

Ovurviðkvæmi - eksem, astma, diabetes...
Er tað barn, sum hevur “trupulleikar” við hesum, er tað av stórum týdningi, at vit verða kunnaði.

Óhapp

Kemur barnið út fyri einumhvørjum á stovninum, og vit meta, at ráðiligt er at fara á skaðastovuna, ringja vit eftir tykkum, so tit sjálvi kunnu vera um barnið í eini tílíkari støðu. Tískil er tað av stórum týdningi, at foreldur altíð dagføra telefonlistan, sum hongur í gongini. Um tað ikki verður møguligt at fáa fatur á foreldrunum, er tað gott, um vit fáa boð um hetta um morgunin, so vit vita, hvar vit skulu ringja, um eitthvørt er áfatt.

Sólkrem

Tá nógv sól er, skulu foreldur smyrja barnið inn í sólkrem um morgunin, áðrenn tað kemur á stovn. Seinnapartin syrgja vit fyri at gera hetta, so tey kunna spæla úti.

Mannagongdir

Tá serliga umstøður eru, ynskja vit at vera væl fyrireikaði, tískil hava vit mannagongdir/ tilbúgvingarætlanir, ið kunnu stuðla okkum í arbeiðinum, t.d. mannagongdir v/vanlukku,  trygdarskipan v/eldi, “skilnaðarætlan”, “sorgarætlan” o.a.

Gjald fyri dagansing

Stovnsplássið verður goldið fyrst í mánaðinum í 11 mánaðir um árið; fyri juli mánað er einki gjald. Rokning verður send á einum inngjaldskorti. Vit mæla til at tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu til gjaldsskipanina.
Vøggustovupláss kr. 2.604
Barnagarðspláss kr. 1.613

Kemur barnið út fyri einumhvørjum á stovninum, og vit meta, at ráðiligt er at fara á skaðastovuna, ringja vit eftir tykkum, so tit sjálvi kunnu vera um barnið í eini tílíkari støðu. Tískil er tað av stórum týdningi, at foreldur altíð dagføra telefonlistan, sum hongur í gongini. Um tað ikki verður møguligt at fáa fatur á foreldrunum, er tað gott, um vit fáa boð um hetta um morgunin, so vit vita, hvar vit skulu ringja, um eitthvørt er áfatt.

Frípláss

Í Snarskivuni og á www.torshavn.fo fæst kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar. Har eru allir viðkomandi upplýsingar um, nær ein kann søkja um fult ella lutvíst frípláss. Umsókn um frípláss skal latast inn áðrenn 1. juli á hvørjum ári.